fishingwithblastein.com

Til allar skúlar

 

 

- Fishing is not a matter of life or death ... It is more important than that!

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Tilboð til skúlar

 

 

Úr Vestmanna er skjótt á fiskileið, og í sundinum er veðurgott og mest sum roynandi á øllum ættum og í øllum veðri. 

 

Báturin er góðkendur til 12 ferðandi. Øll neyðug útgerð er umborð, bjargingarvestar, tráður og rúsur.

 

Í fjør bjóðaði eg fyri fyrstu ferð skúlum fiskitúrar. Hetta kann verða ein sera áhugaverdur liður í undirvísingini. Serliga hugsi eg um lærugreinar sum náttúra og tøkni, lívfrøði og landalæra.

 

 

Til komandi summar 2009, hava M/B Blástein og M/B Komet avgjørt at samstarva hesum viðvíkjandi. Hetta verður gjørt, fyri at fleiri og størri bólkar kunna taka av hesum tilboðnum. Bátarnir taka 12 persónar hvør.

 

Hetta verður skipað soleiðis, at báðir bátarnir fara at liggja á Vestmanna í maj

 

Fiskitúrurin verður skipaður soleiðis, at møtt verður við ferjuleguna í Vestmanna kl. 9, har gjørt verður klárt at fara umborð.

 

Skamt haðani støðga vit á at taka gággurúsur upp.

 

 

Tað, sum er í rúsunum, kunnu børnini kanna og hugna sær við, meðan siglt verður á fiskileið.

 

 

 

Túrurin er á leið 3 tímar og kostar 2500 kr pr. bát. T.v.s, eru tit ikki fleiri enn 12 persónar, kostar túrurin 2500 kr og eru tit fleiri enn 12 persónar, kostar túrurin 5.000 kr.

 

Eisini ber til at gera styttri og longri túrar.

 

 

 

Tað plagar at eydnast væl við seiðinum.

 

 

 

 

Fongurin kann takast við til hús ella børnini matgera sjálvi í skúlanum.

 

 

 

Tá ið fiskitúrurin er liðugur, ber til hjá børnunum at koyra á sokallaðum fýrahjólaðum motorsúkklum. Hetta er á sama øki, har báturin liggur. Les

meir á www.atv.fo.  

 

 

 

Eisini er møguligt at vitja Vest Pack og síggja framleiðsluna av teimum vælumtóktu plastikposunum www.vestpack.fo/

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Tvíflísar og okkurt drekkandi kann bíleggjast áðrenn fráferð. Eru tit áhugaði í hesum, eru tit vælkomin at ringja ella skriva til mín á magniblastein@kallnet.fo at frætta nærri.

 

  

 

Fiskiferðir v/Magna Blástein • www.fishingwithblastein.com • Tlf. +298 581 582

E-mail: magniblastein@kallnet.fo

Í maj letur ta sera áhugaverda søgusavnið upp á Fjørukrónni í Vestmanna.

Savnið myndar 17 ymiskar persónsfigurar úr Føroya søgu.

Lesið meira her